Í dag er longsti dagur og helst eru tey nógv, sum ætla sær í fjøllini í dag. Og sambært donsku veðurstovuni DMI, so verður turt í dag og sólin sær sum dagurin líður. Vindurin minkar seinnapartin til andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 7 - 10 m/s. Hitin um 10 stig í dag. Í kvøld og í nátt minkar vindurin enn meira, 5 - 10 m/s av vestan. Í kvøld verður turt og klárt, men seinni verður skíggjað og tað fer at regna.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 - 10 m/s. Mest skíggjað við regni, men út á dagin verður klárari, tó tað verða einstøk æl. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.
Leygardagin, tá ið Jóansøkan er, sigur hann gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 - 10 m/s, sum út á dagin veksur til 8 - 13 m/s. Mest skíggjað við einstøkum ælum, men um náttina fer at regna. Hitin millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin sigur hann andøvsgul upp i ein strúk av útsynningi, 8 - 13 m/s. Mest skíggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.