Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Eitt lágtrýst vestan fyri Ísland fer í ein norðan og eitt tilhoyrandi brúgvalag beint eystan fyri Føroyar fer í ein eystan. Mikunáttina breiðir ein hátrýstsryggur seg upp yvir Føroyar av útsynningi. Seint mikudagin fara fleiri lágtrýst á veg í ein norðan upp móti Grønlandsfjørðinum og tilhoyrandi brúgvaløgini fara í løtum at flyta seg móti Føroyum av vestri, men vikna nakað á vegnum.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Í kvøld makar hann spakuliga vindin. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig. Í nátt lot til andøvsgul av vestri, 3 til 7 m/s, sum lækkar í ein sunnan. Turt og yvirhøvur klárt. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum spakuliga øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og stundum sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, eitt skifit møguliga upp í skrið, 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, um kvøldið væntandi samregn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin í fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men seinni klárar í. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, seinni stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Mest turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum makar vindin í lot til gul, undir 6 m/s. Mest turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig.