Soleiðis verður veðrið

Eitt lágtrýst, undir 950 hPa, sunnan fyri Ísland, fer spakuliga í ein norðan og fyllist spakuliga. Leygarmorgunin fer eitt brúgvalag ella ein troglinja við regni og ælaveðri framvið, og sunnukvøldið og mánanáttina fer ein hitabrúgv framvið av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Í kvøld øtlar hann aftur vindin í hvassan vind ella skrið av suðri, 15 til 20 m/s, men út á náttina makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina lutvíst vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Um náttina makar hann vindin uppaftur meiri. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum eitt skifti snarar í útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í landsynning og eitt skifti makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul, 10 m/s. Mest skýggjað og okkurt æl, um kvøldið og náttina fyri tað mesta skýggjað og regn av útsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 7 m/s, sum øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað, támut og stundum regn, um náttina klárar í. Hitin millum 6 og 9 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig.