Soleiðis verður skilið

»Silvurið verður verandi á Toftum og B36 má taka til takkar við gullinum. FS Vágar flytir beinleiðis niður, og Skála fær sostatt enn ein møguleika at halda sessinum í deildini«
Tað verður í øllum førum endaliga støðan, um hagtølini skulu nýtast sum grundarlag undir spádómunum fyri úrslitini um vikuskiftið. Her eru nevnliga greiðar ábendingar um, at B36 fer at hava tað trupult í Gøtu, eins og FS Vágar koma at hava tað í Runavík. EB/Streymur hevur bert vitjað einaferð á Skála í bestu deildini, og tá vann Skála, og so kunnu teir flyta upp í bestu deildina. Um alt hetta heldur, so ger tað ikki mun hjá B68 og VB, hvat úrslitið har verður, og í Havn kann HB so taka sær av løttum móti KÍ.
Men eitt eru hagtøl. Annað er, hvussu leikur fer, tá fótbóltslandskappingin endar leygardagin. Tá kunnu hagtøl so ikki nýtast til nakað.
Men talvan sýnir so, hvussu tað hevur at tørna út, tá mótstøliðini leygardagin hava hitst í tilsvarandi uppgerðum í bestu deildini seinastu tíggju árini.