Soleiðis verður Gundadalur skipaður í morgin

FM-finalan: KÍ-viðhaldsfólkini sleppa ikki at leggja hald á vestara skýlið

B36 hevur í dag lagt eina kunning út, um hvussu áskoðararnir verða deildir upp til FM-brakið, sum verður á Ovara vølli í Gundadali í morgin klokkan 15. Millum annað verður víst á, at B36-viðhaldsfólkini koma at sita í B36-húsinum og partinum av vestara skýlinum, sum er yvirav B36-húsinum.

KÍ-viðhaldsfólkini verða víst til inngongina við norðara endan av vestara skýlinum, sum er millum vestaraskýlið og Badminton høllina. Síðani hava KÍ-viðhaldsfólkini helmingin av vestara skýlinum og helmingin av HB-húsinum.

B36 skrivar soleiðis:

Roknast kann við nógvum fólki til dystin millum B36 og KÍ leygardagin, og tí hava vit saman við Tórshavnar kommunu gjørt av at skipa stadion-økið eitt sindur betur, enn vit vanliga gera til landskappingardystir.

Á kortinum sæst, hvørji øki eru sett av til fjepparar, og hvørjar inngongdir kunnu nýtast á dystardegnum. Gevið gætur, at ávísar inngongdir eru til áskoðarar, sum hava keypt billettir í forsølu. Gevið somuleiðis gætur, at omankoyringin frá Svimjihøllini til B36-húsið verður stongd fyri bilum.