Føroyska línuskipið Ågot hevur nú ligið í Umanak-fjørðinum í nakrar dagar og tikið ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum. Ein av fyrstu døgunum landaðu níggju bátar til skipið, allir við svartkalva.
- Níggju bátar hava landað í dag, og nú er steðgur í. Vit hava fingið umleið 17 tons av svartkalva, og tað hevur gingið væl at fylla frystararnar. Í løtuni er dekkið fult av fiski.
Soleiðis skrivaði Símun í Vátutoft í telduposti til okkum fyri nøkrum døgum síðan.
- Tá útróðrarmenninir koma við fiski, leggja teir jolluna upp at skipssíðuni. Vit lora ein kassa niður, og teir fylla fiskin upp í kassan. Onkrar jollur hava kassar umborð, og tá er nógv skjótari at taka ímóti.
Símun í Vátutoft sigur, at tá fiskurin kemur umborð á Ågot, verður hann vigaður á eini vekt, sum teir hava standandi á dekkinum. Fiskurin verður koyrdur niður á fabrikkina um eina slisku.
- Er ikki pláss fyri øllum fiskinum á fabrikkini, verður hann ísaður og goymdur í kassum á dekkinum. Vit hava kassar til umleið 15 tons á dekkinum. Tað eru onkrir dagar, har vit ikki fáa fisk, og tá er gott at hava niðurfyri.
Símun í Vátutoft vísir á, at fiskurin fer í vaskipavnar, tá hann kemur niður á fabrikkina. Her er alt lyftipavnar, og arbeiðsgongdin er løtt.
- Síðan verður fiskurin arbeiddur. Høvd og stertur verður skorið av, og blóðryggurin verður tikin úr við skeið. Fiskurin verður skildur í støddir, áðrenn hann fer í frystaran. Høvd og stertur vera eisini fryst.
Hann sigur, at eftir umleið fýra tímum er fiskurin frystur, og tá verður farið at tøma frystaran. Blokkarnir verða koyrdir í sekkir, og sekkurin verður seymaður.
- Ein maður er í lastini, meðan frystarin verður tømdur. Hann stáplar blokkarnar, so mest kann fáast í lastina.
Símun í Vátutoft sigur, at teir ganga átta tímar vakt umborð og hava síðan frívakt í átta tímar.
- Á fabrikkini eru fimm fólk á hvørjari vakt, fýra grønlendingar og ein føroyingur. Skipari og stýrimaður eru á dekkinum og hiva fiskin umborð, og ein grønlendingur tekur sær av pappírarbeiðnum, sigur hann.