Hetta er ein støða, har allir partar standa eftir sum vinnarar. Tað heldur Bjørn Patursson, bóndi í Kirkjuø.
Á borgarafundi á Velbastað um hvat grótið frá Sandoyartunlinum skal brúkast til, hava eisini hann og Hans Vilhelm Lützen gjørt sær nakrar tankar um, hvat grótið kann brúkast til. Og teirra hugskot er at brúka grótið til at vinna tað landið aftur, sum tíðarinnar tonn hevur máað burtur av í Kirkjubø, og samstundis hevði tað eisini vart tey aldargomlu fornminnini í bygdini. Teir kalla hugskotð Kirkjubøfløtan
Sostatt kundi grótið verið til stórt gagn í Kirkjubø, men eisini fyri landið og Tórshavnar Kommuna er ein slík loysn heppin, tí grótið skal ikki flytast serliga langt, og tað skal ikki flytast eftir vegnum.
Teirra hugskot er nevniliga, at grótið verður fylt í ein grótbát og ført til kirkjubøar har tað verður slept á sjógv. Kirkjubøbóndin sigur, at tað liggur einki í hesum uttan at tað er ein hugskot og teir hava ikki gjørt nakað útgreina projekt av hesum og tekningin skal avgjørt ikki takast sum annað enn ein skitsa av, hvussu tað kann síggja út. Hann leggur afturat, at sjálvandi skulu verkfrøðingar, arkitektar, og aðrir serfrøðingar, lýsa málið, sigur hann.
Eftir hesum skitsunum verður tann vestara uppfyllingin umleið 65.000 fermetrar og tann eystara verður umleið 62.000 fermetrar, so verður hendan loysnin vald, kann alt grótið, sum kemur upp á Gomlurætt úr Sandoyartunnilin, brúkast her.
Bjørn Patursson sigur, at tað er staðfest, at fyrr var landfast út í hólmin, men síðani hevur brimið máað burtur av, og nú eru fornminnini í bygdini í so stórum vanda fyri at fara í havið, at tað er bráðneyðugt at brimverja verður gjørd.
Og hann sigur, at nú ein undirsjóvartunnil skal borast beint við, er hetta eitt gylt høvi til at brúka grótið til at vinna landið aftur – og samstundis sleppa Landið og Kommunan frá at seta onnur tiltøk í verk fyri at bjarga fornminnunum.
Hann heldur, at verður rætt atborið, kann ein slík uppfylling verða eitt satt prýði fyri Kirkjubø. Hóast tað fyrr hevur verið landfast út í hólmin, hava teir við vilja ikki tikið hann upp í útfyllingina tí teir halda, at hann nú hevur vunnið sær hevd sum nakað serstakt við tað, at bæði terna, æða, og annar fuglur, eigur har. Men vísir tað seg, at aðrar loysnir eru skynsamari, er tað sjálvsagt at ætlanin verður broytt.
Teir báðir hava ikki gjørt sær stórvegis tankar um, hvat hetta nýggja landið skal brúkast til, men tað er skjótt at koma í tankar um ferðavinnuna og at brúka tað í tí høpi.