Soleiðis veitst tú at tú ert føroyingur

Ein heldur skemtingarsamur listi ferðast á Facebook.

Sosiali miðilin Facebook er í heilum á tremur við skemtingarsomum innsløgum. Seinastu dagarnar hevur ein listi ferðast á Facebook, og fleiri føroyingar hava deilt hetta. Tað er óvist, hvør hevur skrivað listan, men undir øllum umstøðum má staðfestast, at hetta er ein kreativur máti at lýsa føroyingin. 

 

 

1. Tú búði hjá foreldrunum, til tú vart minst 22.

2. Tá tú gert døgurða til fýra, skal hann kunna metta 15 fólk.

3. Tíni kuffert eru nógv tey størstu í lufthavnini. Og tú hevur minst tvey.

4. Tú kemur 1 ella 2 tímar ov seint til eina veitslu, og heldur tað vera vanligt.

5. Tú eitur okkurt við -son ella -dóttir, men ikki sum eftirnavn. Eftirnavnið endar við -sen.

 

 

6. Tú tosar ein tíma í durinum, áðrenn tú fert heim úr húsunum hjá vinfólki.

7. Mamma tín sigur at tú sært so rak út, hóast tú vigar 10 kg for nógv.

8. Tú hevur fingið minst 3 ávaringar um útblaking fyri at gera mat úr tínum heimlandi í tíni kollegieíbúð.

9. Tú brúkar innkeypsposar sum skrelliposar.

10. Pápi tín hevur flett seyð.

 

 

11. Tú nýtir ikki liturmál ella aðrar mátieindir, tá tú gert mat.

12. Tað er púra normalt um 400 fólk koma til títt brúdleyp.

13. Tín 15-ára gamla systir kann drekka ein russara undir borðið.

14. Minst ein av tínum summarferium hevur verið við jútsku vesturstrondina.

15. Tú fært koyrikort dagin eftir, tú fyllir 18.

 

 

16. Pápi tín gongur runt við nokk av kontantum í mappuni til at kunna keypa ein brúktan bil.

17. Foreldrini hjá tær eiga eina samling av kasettu- og/ella VHS-bondum.

18. Omma tín klárar at eta testiklarnar hjá seyði, men vamlast við pizza.

19. Tú pyntar teg, tá tú fert út at ferðast.

20. Tú undrast yvir, hvar hjallarnir eru í øðrum londum.

 

 

21. Um maturin hjá tær tekur botn í tallerkinum, fært tú tær meira sós.

22. Tá tú skalt vera fínur, fert tú í klædningsjakka yvir skipstroyggjuna.

23. At stoyta drykkivørurnar í eitt glas fyrst er bara ein óneyðugur umvegur.

24. Tú skilir ikki, hví fólk í Suðureuropa tíma at mala niðri í fjøruni dagin langan.

25. Meginparturin av tínum uttanlandsvitjanum hava verið í sambandi við antin fiskiskap ella fótbólt. Ella bæði.

 

 

 

26. Tú vilt hava skeldarí á vertshúsum avgjørd við sjómanstaki.

27. Ein døgurði ikki er ein døgurði uttan eplir.

28. Tú dugir nøvnini á øllum tínum trímenningum uttanat. Og føðingardagarnar hjá teimum.