Soleiðis vann NSÍ á B36 (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum sum komu í Gundadali

Drúgva sigursrøðin hjá B36 bleiv brotin í dag, tá árstalsfelagið tapti 2-3 ímóti NSÍ á heimavølli í dag hóast B36 var á odda 2-1 í steðginum. 

 

Jóannes Hansen skrivaði soleiðis um dystin á in.fo fyrr í dag: "Eftir at hava verið flúgvandi í hálvan triðja mánað, tá ið liðið er farið frá sigri og til sigur, var tað stórt vónbrot hjá B36 í dýrdarveðrinum í Gundadali seinnapartin.

 

NSÍ er á veg til hús við 3-2 sigri. Petur Knudsen legði longu í fyrsta minutti NSÍ framum. Men so setti B36 seg á spælið. NSÍ verjuspælarin Jens Joensen var óheppin at gera sjálvmál. So var 1-1, og B36 koyrdi á. Lukasz Cieslewicz legði B36 framum við brotssparki, sum teir í NSÍ vóru ógvuliga misnøgdir við, og fyrstu løtuna eftir steðgin vóru fleiri spentar støður í NSÍ brotsteiginum.

 

So vóru skiftingar gjørdar, ið broyttu gongdina. Odmar Færø, liðformaðurin og stýrimaðurin í B36 verjuni noyddist av vøllinum, og inn á NSÍ liðið vórðu settir Betuel Hansen, Jann Benjaminsen og Øssur Dalbúð, og skjótt eftir javnaði Petur Knudsen.

 

Árni Frederiksberg var framúr eyðsýndur, og hann skoraði við rimmar skoti NSÍ sigursmálið til 3-2."

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málum sum vóru skotin í dystinum á ovara vølli í Gundadali í dag. 

 

 

 

 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze hoyrist HER