B36 koppaði FM-vinnarunum, Víkingi í dag við einum 2-1 heimasigri.
Jóannes Hansen skrivaði soleiðis um dystin á in.fo fyrr í dag: "B36 vann seinnapartin 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Tað ber við sær, at B36 og HB hava 25 stig. Toppliðini hava sama málmun, men B36 er oddalið, tí B36 hevur skorað fleiri mál enn HB.
Víkinga tapið í dag ber við sær, at meistararnir tvey tey seinastu árini í løtuni ikki kunnu roknast at vera partur av oddastríðnum. Víkingur hevur seytjan stig, og harvið eru tað átta stig fram til feløgini í Gundadali.
Bæði B36 málini vórðu skorað eftir horna. Eli Falkvard Nielsen stútaði tað fyrra og Erlendur Magnusson tað seinna. Adeshina Lawal javnaði til 1-1, men B36 var omaná og tryggjaði sær sigurin."
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum millum B36 og Víking. André Olsen var viðmerkjari.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice A. Ross hoyrist HER