Soleiðis tendra jólatrøini

Leygardagurin 1. desember var dagurin, tá rættiligur jóladámur legðist yvir Havnar bý, ið líka sum steig aftur í farna øld við blómandi handilslívi, mentanartiltøkum og upplivingum fyri børn og vaksin.

Hendan dagin varð jólatræið á Tinghúsvøllinum tendrað.

Men Tórshavnar kommuna er meiri enn Havnin og miðbýurin í Havn.

Jólatræið í Kirkjubø varð tendrað við kirkjuna fríggjadagin.

Í Kaldbak, Velbastað, Argjum, Hvítanesi og í Norðradali vórðu trøini tendrað í gjár.

Sunnudagin 9. desember - tað er í dag - kemur túrurin til Kollafjarðar, har jólatræið verður tendrað við skúlan klokkan 16, og í Geilini í Nólsoy verður tendrað klokkan 17.

Eisini verður jólatræið við skúlan í Hoyvík tendrað í dag klokkan 17.30, og í Hesti verður tendrað nú klokkan 15.30.

Seinasta jólatræið í Tórshavnar kommunu verður tendrað í Syðradali 14. desember klokkan 18.