Soleiðis svimja tey

Føroysku svimjararnir fara í dag í hylin í EM-kappingini á stuttbana. Frá svimjisambandinum verður upplýst, at svimjararnir svimja í hesum kappingum:

Hósdag

Kári á Høvdanum 100 Firvaldasvimjing, tilmeldingartíð 1:02,42, tilmeldaður sum nr. 46 av 52

Shaila millum Garðarnar 100 frísvimjing, tilmeldingartíð 0:58,53 tilmeldað sum nr 54 av 60

Pál Joensen 400 frísvimjing, tilmeldingartíð 3:44,07 tilmeldaður sum nr. 13 av 39

 

Fríggjadag

Kári á Høvdanum 50 ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:26,11 tilmeldaður sum nr. 33 av 45

Mona Simonsen 800 frísvimjing, tilmeldingartíð 9:09,59 tilmeldað sum nr. 18 av 24

 

Leygardag

Kári á Høvdanum 100 Ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:56,13, tilmeldaður sum nr. 33 av 36

Mona Simonsen 400 frísvimjing, tilmeldingartíð 4:30,72 tilmeldað sum nr. 36 av 41

Pál Joensen 1500 frísvimjing, tilmeldingartíð 14:48,89 tilmeldaður sum nr. 8 av 23 (beinleiðis finala)

 

Sunnudag

Mona Simonsen 200 frísvimjing, tilmeldingartíð 2:09,88 tilmeldað sum nr. 47 av 52

Shaila millum Garðarnar 50 frísvimjing, tilmeldingartíð 0:26,88 tilmeldað sum nr. 54 av 59

Pál Joensen 200 frísvimjing, tilmeldingartíð 1:47,13 tilmeldaður sum nr. 29 av 67

 

Sjónvarpið er í samráðingum við EBU um at senda frá kappingini. Annars kann fylgjast við í myndum, lívandi brotum og streaming frá Kroatia á www.svimjing.com.