Soleiðis sparir tú 5.000 krónur um árið

Hvønn einasta dag standa ein rúgva av tólum í einum vanligum sethúsi og nýta óneyðuga nógvan streym. Her er eitt yvirlit yvir ringastu syndararnar, og hvussu tú kann spara heilt upp í 5.000 krónur árliga í streymi

Orkusparing

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Eitt vanligt føroyskt húsarhald nýtir sambært SEV umleið 6.000 kilowatttímar (kWh) árliga. Hetta svarar til eina elrokning omanfyri 9.000 krónur árliga.

Men fleiri nýta uppaftur meira, og bert við nøkrum fáum inntrivum og íløgum er ein rúgva at spara.

Í hesi grein vísa vit, hvussu tú kanst spara heilt upp í 5.000 krónur um árið, bert við at skifta nøkur av teimum mest orkukrevjandi tólunum út við orkusparandi tól, og við at gera íløgu í nøkur lítil, orkusparandi tól.


Frystiboksin

Í nógvum føroyskum kjallarum og kjallum standa upp í fleiri frystiboksir, sum vit nýta til at frysta kjøt, fisk og annað gott. Men er frystiboksin millum 10 og 20 ára gomul er hon næstan við vissu ein av teimum størstu streymtjóvunum í vanliga húsarhaldinum. Tí er nógv at spara við at skifta gomlu frystiboksina út við eina frystiboks ella frystiskáp, sum hava A+ orkumerkið.

Gomlu frystiboksirnar eru verri isoleraðar og hava eldri og meira orkukrevjandi útgerð til at køla við. Er frystiboksin millum 16 og 20 ára gomul, kann tú spara heilt upp í 1.130 krónur um árið.

Ein gomul Gram H590 frystiboks, sum varð seld millum 1990 og 1994, nýtir umleið 1040 kWh um árið. Hetta svarar til 1.573 krónur við dagsins elprísi.

Tekur tú hinvegin eitt nýtt frystiskáp frá Gram, sum er 368 litrar stórt, og hevur A+ orkumerkið, hevur tað einaárliga orkunýtslu á 435 krónur árliga.

Sostatt kann tú spara heilt upp í 1.138 krónur um árið við at skifta gomlu frystiboksina út, uttan at tú missir tað nógva plássið. Nøkur fá ár, so hevur íløgan spart seg sjálva innaftur.



Sirkulatiónspumpan

Ein annar orkuslúkari, sum er í allarflestu húsum í Føroyum er sirkulatiónspumpan á oljufýrinum, sum flytir heita vatnið runt í húsinum.

Hetta dømið er úr einum vanligum sethúsum, sum eru bygd onkrastaðni millum 1978 og 1995, upp á tvær hæddir og umleið 150 til 200 fermetrar stór.

Til eisini slík sethús nýta óreguleraðar sirkulatiónspumpur heilt upp í 70 watt um tíman, svarandi til 1,68 kWh um samdøgurið. Slíkar sirkulatiónspumpur koyra vanliga alla tíðina við fullari ferð, óansæð um tørvur er á tí ella ikki. Ein slík pumpa kann brúka fyri 900 krónur um árið av streymi.

Dagsins orkusparandi sirkulatiónspumpur nýta heilt niður í 6 watt um tíman, alt eftir brúkinum.

Í miðal, um sirkulatiónspumpan er yvir átta ára gomul, kann tú spara upp í 324 kWh um árið við at skifta hana út. Hetta svarar til eina árliga sparing upp á 490 krónur um árið. Er talan tó um eina heilt gamla sirkulatiónspumpu kann vera munandi meira at heinta har, við at skifta út til eina A-orkupumpu. Og tá er minkaða oljunýtslan ikki íroknað.



Ljósperur

Nógv fólk hava hópin av umberingum fyri ikki at skifta gløðiperurnar út við spariperur. Men her er ein orsøk til júst at gera tað.

Her er roknað við at tú skiftir 10 gløðiperur, sum hava eina miðallivitíð upp á 1.000 tímar, út við A-spariperur, sum hava eina miðallivitíð upp á 10.000 tímar – tær fáast við livitíð úr 6.000 tímum upp í 15.000 tímar.

Við at skifta tvær 25 watt perur út við 7 watt spariperur, fimm 40 watt perur út við 11 watt spariperur og tríggjar 60 watt perur út við 15 watt spariperur, so sparir tú 396 krónur upp á eitt ár, um hesar lýsa í tveir tímar um samdøgurið.*

Tá langu og myrku dagarnir eru, lýsa fleiri perur sjálvsagt longri, og við at fara meira víðgongt til verka er uppaftur meira at heinta her eisini.

*Hædd er tikin fyri at ein gløðipera livir í 1.000 tímar og kostar 12 krónur at keypa, og at ein A-sparipera, sum livir í 10.000 tímar, kostar 55 krónur at keypa. Hetta er tó eftir donskum prísum.


Køliskápið

Eins og við frystiboksini eru pengar at heinta við at skifta køliskápið út.

Dømi: Eitt 116 litrar stórt Gram køliskáp, sum varð selt millum 1994 og 1997, brúkar fyri 448 krónur um árið í streymi.

Keypir tú hinvegin eitt nýtt køliskáp frá Gram, sum er 388 litrar til støddar, og hevur A+ sparimerkið, so nýtir tað fyri 221 krónur um árið í streymi.

Sostatt kann tú, við at keypa eitt nýtt køliskáp, køla tríggjar ferðir so nógva vøru fyri helvtina av kostnaðinum.

Uppaftur eldri køliskáp nýta sjálvsagt meira, og er tá uppaftur meira at spara, serliga um talan er um eitt stórt, eldri køliskáp.



Standby nýtsla

Øll húsarhald í dag eru fylt við tólum, sum standa á Standby, meðan tey ikki verða nýtt. Men hesi tólini brúka streym, sjálvt um tey eru sløkt.

Mett verður, at okkurt um 10 prosent av orkunýtsluni í einum vanligum húsarhaldi, er til tól, sum standa á standby. Hetta svarar til umleið 600 kWh um árið, sum við dagsins prísum kosta líka omanfyri 900 krónur um árið.

Tekur tú eina PlayStation2, so nýtir brúkar hon 23,65 kWh um árið, um hon stendur á standby.

Ein fartelefonløðari, sum stendur í kontaktini meðan hann ikki verður brúktur, brúkar í miðal 20 kWh um árið.

Ein ISDN/ADSL beinari(routari) av slagnum D-Link DSL-504, sum fleiri føroysk húsarhald fingu við, tá tey ognaðu sær breiðband frá Føroya Tele, nýtir upp í 87,6 kWh um árið, um hann bara stendur tendraður, og ikki verður sløktur, tá hann ikki verður nýttur – eitt nú um náttina.

Soleiðis kundu vit hildið áfram, bæði við stereoanleggum, DVD-spælarum, sjónvarpsmóttakarum, løðarum til borimaskinur, tannbustir og so framvegis.

Tilsamans loypir henda óneyðuga nýtslan skjótt upp í nógvar krónur um árið.

Tó eru ráð fyri tí. Í dag fáast sokallaðir spariskinnarar til teldur og sjónvørp, sum sjálvir merkja, nær tú sløkkir sjónvarpið ella telduna, og sjálvir sløkkja restina tá.

Við at seta ein spariskinnara til sjónvarpið og alla ta tilhoyrandi útgerðina, so sum parabolmóttakara, dvd-spælara og surround-anlegg, sparir tú umleið 150 krónur árliga.

Við at seta ein slíkan til borðtelduna kann tú spara upp í 180 krónur árliga.

Ein slíkur skinnari kostar í Føroyum umleið 125 krónur, og sparir sostatt seg sjálvan inn aftur innan eitt ár.



Sjónvarp

Nógv halda, at ein av teimum nýggju sjónvarps flatskíggjunum er nógv meira orkusparandi enn gomlu sjónvørpini. Men soleiðis er tað ikki neyðturviliga. Og í hesum førinum kann tú við vissu siga, at størri er ikki altíð betri.

Royndir við sjey ymiskum flatskermum frá 32 tummum upp til 40 tummar vísa, at orkunýtslan sveiggjar úr 85 wattum um tíman upp í 287 watt um tíman. Hetta seinasta er fyri ein 40 tumma plasmaskerm, sum eru veruligir streymslúkarar.

Sambært MedieStatisikBanken í Danmark ein miðal dani tveir tímar og trý korter frammanfyri sjónvarpsskíggjanum. Tí er ikki óvanligt, at ein slíkur sjónvarpsskíggi stendur tendraður í 6 tímar um samdøgurið.

Samanbera vit 32 tumma LCD sjónvarpið omanfyri, sum nýtti 85 watt, við 40 tumma plasmaskermin, sum nýtir 287 watt, og lata hesar koyra í seks tímar um samdøgurið í eitt ár, so er munurin úr 284 kWh upp í 838 kWh um árið. Hetta svarar til eina meirnýtslu av streymi fyri 893 krónur um árið fyri.

Og hetta er bert fyri ta eina sjónvarpið í húsarhaldinum.



Farteldu fyri borðteldu

Tað er heldur ikki óvanligt at fleiri teldur eru í einum miðal føroyskum húski. Ofta er í minsta lagi ein av hesum ein borðtelda.

Hevur tú eina borðteldu við einum av gomlu, stóru skíggjunum, vísa kanningar, at tú kanst spara heilt upp í 600 krónur um árið við at skifta hana út við eina nýggja og orkusparandi farteldu.



Fleiri túsund krónur

Tekur tú øll omanfyristandandi dømini og leggur tey saman, kemur tú upp á 4.600 krónur, sum tú kann spara um árið.

Ger tú hinvegin eitt sindur meira burturúr, kann tú koma upp um 5.000 krónur um árið, sum tú sparir í streymi.

Hesin peningur kundi passandi verið nýttur til at gera nýggjar íløgur í fleiri orkusparandi tiltøk í húsarhaldinum.

Ella sum eitt eyka ískoyti til eina uttanlandsferð við familjuni.





KELDUR:

Elsparefonden

SEV

DongEnergy

MedieStatistikBanken


PRÍSGRUNDARLAG

Dagsins streymprísur er, sambært heimasíðuni hjá SEV, 1,513 krónur fyri hvønn kWh hjá húsarhaldum, sum nýta undir 10.000 kWh um árið.