Eftir útvið fimm ára steðg frá landsliðnum varð Zlatan Ibrahimovic í gjár aftur úttikin til svenska landsliðið, og 39 ára gamla AC Milan-stjørnan ger harvið comeback fyri Svøríki, sum hann hevur skotið heili 62 mál fyri.
Les eisini: Zlatan aftur á svenska landsliðnum
At Zlatan ger comeback er heldur merkisvert, tí at hann og landsliðsvenjarin, Janne Andersson, hava verið alt annað enn væl, og so seint sum fyri hálvum ári síðani legði Zlatan eftir Janne, tá hann ikki byrjaði inni við Dejan Kulusevski ímóti Fraklandi.
- Sikken ein stór skemtisøga. Enn eitt prógv. Óskikkaðir persónar í skeivum starvi, sum kvala svenskan fótbólt, skrivaði Zlatan á Twitter og viðhefti leinkju til eina grein, har Janne Andersson greiddi frá hví hann ikki hevði Kulusevski við.
Tíðin er gingin, og meðan Janne Andersson hevur tikið tað róliga og sagt, at øll kunnu hava eina meining um svenska landsliðið, so hevur Zlatan Ibrahimovic eisini sjálvur bent á, at hann møguliga fór at koma aftur á svenska landsliðið.
Tað, sum av álvara fekk prátið í gongd aftur, var tá Zlatan Ibrahimovic í samrøðu við Sportbladet varð spurdur um hvat hann hevði sagt, um landsliðsvenjarin sendi boð eftir honum aftur til landsliðið.
- Eg hevði svarað "gev mær tíð, eg má hugsa um tað". Men tað má koma frá honum. Um hann heldur, at eg eri órógvandi, so eri eg ikki áhugaður. Um hann heldur, at eg kann hjálpa til, so kann eg umhugsa tað, segði Zlatan.
Stutt eftir fóru Janne Andersson, landsliðsvenjari, og Håkan Sjöstrand, aðalskrivari, til Milano, har teir hittu Zlatan og tosaðu um framtíðina. Hetta var fyrstu ferð síðani áðrenn EM 2016, at Zlatan og Janne Andersson tosaðust.
- Fundurin var sera góður og gevandi, og vit eru samdir um at varðveita sambandið, segði Janne Andersson í einum almennum tíðindaskrivi eftir fundin, sum tykist at hava verið loysnin upp á knútin ímillum stjørnuna og venjaran.
Og í gjár hendi tað so, at Janne Andersson aftur úttók Zlatan Ibrahimovic til svenska landsliðið. Talan er um HM-undankappingardystir ímóti Georgia og Kosovo, umframt ein venjingardyst ímóti Estlandi.
– Fyrst og fremst er hann ein veruliga góður fótbótlsleikari. Tann besti vit hava havt í Svøríki. Tað er sjálvandi rættiliga gott, at hann vil koma aftur á liðið, segði landsliðsvenjarin um Zlatan við heimasíðuna hjá svenska fótbóltssambandinum.
– Harumframt hevur hann nógv at geva á vøllinum. Hann hevur júst ótrúliga góðar royndir, sum hann kann lata víðari til hinar á liðnum, segði Janne Andersson víðari.