Soleiðis skulu hjálparfólkini avdúkast

Løgreglan vil ikki siga, hvar tey halda, at Tom Hagen var, tá Anne-Elisabeth varð rænd í heimi sínum.

 

VG skilir, at løgreglan brúkar rættiliga nógva tíð og orku upp á sporini, sum møguliga kunnu knýtast til kryptovaluta í málinum um ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í 2018. Síðan hon hvarv, hevur einki verið at hoyrt ella sæð til hennara, og haðani er ikki eitt einasta eitt lívstekin komið. Maður hennara, miljarderurin Tom Hagen, er framvegis skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp í málinum.

Men, hann er leysur og situr ikki í varðhaldi, tí higartil hevur løgreglan ikki megnað at fingið mannin varðhaldsfongslaðan. Prógvini og ábendingarnar, sum løgreglan higartil hevur lagt fram í rættinum, hava ikki borið á mál, soleiðis at rætturin hevur hildið, at grundarlag er fyri varðhaldsfongsling. Tá tað dróg út við kanningum hjá løgregluni í heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog, syrgdi rætturin fyri at geva løgregluni eina seinastu freist.

Tom Hagen kundi ikki blíva verandi úti og úr egnum heimi í mánaðir, og tískil noyddist løgreglan út aftur úr húsunum, eftir at Tom Hagen ikki var sloppin til hús í fleiri mánaðir. Sjálvur hevur miljarderurin fleiri ferðir sagt, at løgreglan alla tíðina - eisini meðan hann búði har, eftir at kona hansara hvarv - hevði lyklar til húsini og kundu soleiðis komið á gátt, tá tey høvdu brúk fyri tí. 

Anne-Elisabeth Hagen hvarv um morgunin, eftir at Tom Hagen var farin til arbeiðis, og hon var eisini á lívi, eftir at hann var komin á arbeiðsplássið hjá sær. Hetta er prógvað, tí sonur teirra snakkaði við mammu sína so seint sum klokkan 09.14 henda feigdarmorgun, og tá vísa vakmyndir, at Tom Hagen koyrir inn á arbeiðsplássið hjá sær. Løgreglan hevur skrásett hvørja løtu, miljarderurin er til arbeiðis, hvat hann ger, og hvar hann er, meðan hann er á arbeiðsplássinum. 

Ongantíð er nakað komið fram um, at Tom Hagen møguliga fer av aftur arbeiðsplássinum um morgunin, og higartil veit almenningurin einki um, at løgreglan hevur nakran sum helst illgruna um tað. Kortini er hann skuldsettur fyri dráp av konu síni - ella viðvirkan til dráp. Ivaleyst fyllir skuldsetingin um "viðvirkan til dráp" rættiliga nógv hjá skuldsetta og verja hansara, Svein Holden, tí einki bendir á, at miljarderurin fysiskt sjálvur kann hava beint fyri konu síni. 

Henda dagin fer hann ikki til hús, fyrr enn klokkan er farin av 13, og tá hevur kona hansara ikki svarað telefonini í fleiri tímar hóast nógvar uppringingar. Bara stívliga hálvan tíma eftir, at hon seinast snakkar í telefon, skal ein elektrikari inn á gólvið, sum Anne-Elisabeth Hagen hevur avtalu við, tí hesin skal flyta onkrar lampur í húsinum. Men longu tá svarar hon ikki, og hon svarar ongantíð telefonini aftur yvirhøvur. Soleiðis er hennara - higartil kenda - lívstekin telefonsamrøðan klokkan 09.14.

Tá ríkmanskonan var horvin, lá eitt bræv á einum stóli í durinum, og her siga tey ella teir, sum geva seg út fyri at hava rænt hana, at teir vilja hava loysigjald á níggju miljónir evrur. Um Tom Hagen ikki kemur við loysigjaldinum, er lívið hjá konu hansara í vanda. Tað er her, at sporini um kryptovaluta koma inn í myndina, tí loysigjaldið, sum hugsandi ránararnir vilja hava, skal rindast í kryptovaluta. Í samskiftini, sum í byrjanini er millum Tom Hagen og hugsandi ránararnar, verða nakrar krónur goldnar í kryptovaluta, men her er ikki talan um nógvan pening.

Tó kann talan vera um spor.

Men, á sumri í 2019, tá Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur í einar átta mánaðir ella so, rindar Tom Hagen nakrar miljónir í kryptovaluta til hugsandi ránararnar, sum tá lova eitt lívstekin frá Anne-Elisabeth Hagen, sum teir enn siga er á lívi. Tom Hagen fer á løgreglustøðini at rinda peningin, og hetta verður gjørt, meðan bæði løgregla í Noregi og í fleiri øðrum londum roynir at fylgja við, hvar pengarnir fara. Niðurstøðan eftir flytingina, soleiðis sum norsku miðlarnir skiltu, var, at tað bar ikki til at fylgja flytingini og spora, hvar pengarnir endaðu.

Sum skilst á VG í dag, er tað serliga hetta, sum nú aftur er vorðið áhugavert - nevniliga, um tað kanska í dag, nú vit skriva 2021, eru nøkur amboð, sum kunnu avdúka, hvar pengarnir fóru, og hvør annars kann hava staðið aftan fyri tað samskifti, sum hevur verið. Sum skilst, er stórur spenningur í løtuni júst hesum viðvíkjandi. 

- Sporing av kryptovaluta-flytingum og krypteraðum samskifti kann verða við til at lýsa, hvør stendur aftan fyri hóttanarbrævið, og hvør hevur staðið fyri samskiftinum í málinum. Tað hetta, sum nógv tíð og orka fer til í dag, sigur løgregluleiðarin, sum hevur hetta mál um hendi, Gjermund Hanssen, við VG.

Men, er tað møguligt at finna persónar við tí tilfari, sum løgreglan hevur?

- Tað er hesum, vit arbeiða við, leggur løgregluleiðarin aftrat.

##med2##

Hvat siga serfrøðingarnir, sum hjálpa tykkum um møguleikarnar?

- Eg vil ikki siga annað enn, at hetta er eitt arbeiði, sum er í gongd, og vit gera tað, vit kunnu, sigur Gjermund Hanssen og leggur aftrat, at teirra vón er, at tað, sum ikki var møguligt at spora í oktober 2018, kann vísa seg at kunna sporast í tíðini sum kemur. Tíðin vil vísa í hvønn mun hetta kann lata seg gera.

Løgreglan hevur nýliga endurtikið, at tey halda fast um skuldsetingarnar móti Tom Hagen, tí tey halda framvegis grundarlag vera fyri mistankanum um, at miljarderurin er sekur í drápi ella viðvirkan til dráp av konu síni. Men, hvat er tað so, løgreglan heldur mannin ítøkiliga hava gjørt?

- Tom Hagen er skuldsettur, men skal síggjast sum ósekur, so leingi hann ikki er dømdur við ein dómstóli. Tað er ikki rætt av mær sum ákæruleiðara at lýsa, hvør vit halda gongdin í málinum hugsandi hevur verið. 

Hvar halda tit, at Tom Hagen var, tá Anne-Elisabeth varð rænd?

- Vit hava onga almenna meting av hesum. Hetta er sjálvandi ein viðkomandi spurningur, sum vit arbeiða við, men vit hava onga viðmerking til tann spurningin, sigur leiðarin hjá løgregluni í Hagen-málinum, Gjermund Hanssen, við VG.

##med3##