Talan er um rakettina RS1.
Um alt gongur eftir ætlan, kann fysta útskjótingin vera næsta ár.
Endamálið við verkætlanin er at skjóta rakettir út við fylgisveinur, sum eru so lítlir sum skógvaeskjur, sum skulu nýtast til alskyns endamál.
– Tað sum vit royna at gera, er at skapa eitt undirstøðukervi, segði bretski deildarstjórin hjá Lockheed Martin, Nik Smith.
– Vit vilja ikki sjálvir at skjóta út rakettirnar, tað fer ABL at gera fyri okkum. Og vit fara ikki at reka eina rúmdarfloghavn, tað ger Shetland Space Center fyri okkum í hesum frøi. Men um vit kunnu skapa undirstøðukervi og fáa onnur handilssambond við, so kunnu vit sjálvi gerast viðskiftafólk, vónandi við ávísum fyrimunum, segði hann við BBC News.
<iframe width="400" height="500" frameborder="0" src="https://www.bbc.com/news/av-embeds/55948914/vpid/p0964z6w"></iframe>
Føroyska Føroya Tele er eisini partur í hesi stóru rúmdarverkætlan. Føroya Tele veitir frammanundan gott fipursamband til Hetlands umvegis SHEFA kaðalin, og tað er í hesum sambandi, at Føroya Tele er vorðin partur av verkætlanini í Hetlandi.
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, hevur áður greitt Sosialinum frá, at tað eru rættiliga fáar jarðstøðir, ið kunnu taka ímóti datu frá fylgisveinunum, ið SSC skal senda upp í loft, og tað hevur við sær, at har er nógv data, ið ikki kemur til jarðar aftur. Fylgisveinarnir hava avmarkað goymslupláss, og tí verður ritað út yvir gomlu datuna, so hvørt nýggja data kemur inn.
Tað er tí ætlanin, at Føroya Tele við sínum góða sambandi skal standa fyri arbeiðinum at taka niður datu frá fylgisveinunum, ið síðani kann seljast víðari.
Eisini er ætlanin at nýta fylgisveinar til at veita internetsamband øki, har lítið og einki internetsamband frammanundan, serliga í arktiska økinum.
Ætlanir hava eisini verið um at byggja eina jarðstøð í Føroyum.
– Tað er partur av verkætlanini, at eftirlitsmiðstøðin, sum skal stýra fylgisveinunum í rúmdini, kann vera í Føroyum, sum jú er rættiliga áhugavert, segði Jan Ziskasen við Sosialin herfyri.