Soleiðis skalt tú skilja skrellið á jólum

Tað er nógv burturkast um jólini og IRF heitir nú á fólk um at hugsa seg um

Tað man vera sjáldan, at fólk hava so nógv burturkast av ymsum slagi, sum nú um jólini og nýggjarið. Vit hava bæði pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk, og alt hetta er burturkast, sum ikki eitur at verða koyrt í tann vanliga posan, sum verður brúktur til húsarhaldsburturkast.

Tí heitir IRF nú á fólk um at hugsa seg um, hvussu tey skilja burturkastið, og at hugsa seg um, hvat tey koyra í tann hvíta posan, tann reyða posan, ella tann gráa posan, og hvat skal koyrast á bingjuplássið.

IRF sigur, at tað, sum eigur at fara í tann hvíta posan, er gávupappír, papp og bleytt plast. Tað bleyta plastið eigur fyrst at verða koyrt í ein kláran posa, áðrenn tað so aftur fer í tann hvíta posan.

Tað, sum eigur at fara í tann gráa posan, er gávubond, gávupakkningur úr foliu og flamingo, umframt matleivdir, og annað. Og tað, sum eigur at fara í tann reyða posan, er ljósperur, battarí, elektronisk tól og annað burturkast, sum dálkar illa.

Men annars eigur fýrverk, glas, jarn og metal at verða koyrt á bingjuplássið, sigur IRF.