Í dag fara veljarar um alt landið at tysja til valstøðini at greiða atkvøðu til kommunuvalið.
Eins og hvørja ferð tað er val, eru nógv ið fara at atkvøða fyri fyrstu ferð, og tað eru kanska ikki øll, ið eru fullgreið yvir, hvussu atkvøðuseðilin skal fyllast út - kanska heldur ikki fleiri teirra, ið áður hava verið á vali.
Tað er kortini týdningarmikið at fylla atkvøðuseðilin rætt út og at seta ein einstakan, snøggan kross, tí er atkvøðuseðilin ikki nøktandi, verður hann ógildaður.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur tí latið úr hondum eina vegleiðing, sum greiðir frá, hvussu atkvøðuseðilin skal fyllast út.
Trýst her fyri at síggja vegleiðingina fyri, hvussu tú á rættan hátt greiðir atkvøðu.