Nú stundar til jóla, og jólagávuinnkeypið er av álvara byrjað. Um tú ert útiseti og ætlar tær at senda jólagávur til Føroya, er hent at hava í huga, hvørjar treytirnar fyri hesum eru viðvíkjandi tolli og avgjaldi.
Tað ber undir ávísum treytum til at senda gávur við pakka til Føroya senda tær toll- og avgjaldsfrítt.
Gávupakkar uttan vinnuligt endamál, sum verða sendir frá einum privatpersóni uttan fyri Føroyar til ein privatpersón í Føroyum, eru undantiknir tolli og avgjaldi, upplýsir TAKS.
Men fyri at senda gávur til Føroya toll- og avgjaldsfrítt, skal gávan í mesta lagi kosta 700 krónur. Um virðið á gávuni fer upp um hesa upphædd, skal tollur og avgjald gjaldast av fulla virðinum á gávuni. Tað ber til at senda fleiri gávur í sama pakka, og tá kann hvør gáva hava eitt mesta virði á 700 krónur.
Tá mann sendir hesar gávur til Føroya, skal sendarin upplýsa veruliga virðið á gávusendingini í vøruupplýsing, sum fylgir við pakkanum.
Fylgir einki við, sum lýsir virðið á pakkanum, ger TAKS eina skikkaða meting. Verður gávan mett at hava virði yvir 700 krónur, so kann gevarin antin prógva tað mótsetta við kvittan, ella móttakarin kann rinda toll og avgjald av metta virðinum.