Soleiðis sóu Kristina og Valdis út í 1949

70 ár seinni: Føroyskar systrar hava vitjað Edinburgh 86 og 95 ára gamlar

Blaðið The Scotsman skrivar í dag um tvær eldri føroyskar systrar, sum hava hugnað sær í skotska høvuðsstaðnum Edinburgh.

Kristina og Valdis Djurhuus vitjaðu í 1949 Edinburgh. Kristina var tá 26 ár og Valdis 16 ár. Nú um dagarnar – sløk sjeyti ár seinni – hugnaðu Kristina og Valdis sær aftur í Edinburgh og vitjaðu onkur av støðunum, tær mintust frá fyrstu ferðini í býnum. Nú eru tær ávikavist 86 og 95 ára gamlar.

Tá ið Kristina og Valdis vitjaðu í Edinburgh í 1949 tók The Scotsman myndir av teimum, og ein av myndunum er við í greinini í blaðnum í dag.

Myndina er tikin, tá ið Kristina og Valdis koyrdu í sporvogni fyrstu ferð.

Les eisini: 70 ár seinni: Føroyskar systrar hugna sær í Edinburgh