Hann er 245 metrar høgur, og fer at standa liðugur í Gøteborg í 2021. Útlendskir miðlar skriva, at nýggi bygningurin eitur Karlatornet og verður tann hægsti í Norðurlondum.
Norski milliarderurin Petter Stordalen eigur hotell ketuna, sum eisini skal húsast í bygningin. Útlendskir miðlar skriva, at bygningurin fer at hava íbúðir, men talan verður eisini um kontór og eitt hotell, sum skal rekast av hotellketuni Nordic Choice Hotels, sum Petter Stordalen eigur.
Um man býr í íbúð í Karlatornet, fer man sostatt eisini at kunna njóta fleiri av teimum tilboðunum, sum hotellið bjóðar. Hotellið fær 300 kømur, umframt fleiri matstovur og barrir.
Karlatornið verður í býarpartinum Karlstaden í Gøteborg.