Soleiðis sær finalan út

Her fært tú ein forsmakk upp á X Factor finaluna, soleiðis sum hon kemur at síggja út í kvøld. Aðalroynd hevur nevniliga verið í Jyske Bank Boxen í Herning, har finalan verður. Í stuttum kann sigast, at aðalroyndin gekk ógvuliga illa reint tekniskt.

 

Hinvegin var einki at finnast við framførslunum hjá Sveini, Idu og Line. Tað framførdu øll ómetaliga væl, so har er nógv at gleða seg til í kvøld.

 

Við at blaða ígjøgnum myndirnar her, sært tú eina ábending um, hvussu X Factor finalan kemur at síggja út í kvøld.