- Fiskurin tekur vanliga ikki agnið, fyrr enn sjógvurin verður kaldari, og tað plagar at hjálpa um heystarnar, tá hann legst við høgætt og kaldari veðri. Fiskurin er fullur í sild, og hann leggur einki í agn, meðan lýggja er í sjónum.
Tað sigur ein av Føroya raskastu útróðrarmonnum, Sámal Debes á Oyri, sum eigur og rekur glastrevjabátin, Gordrúgvan, sum er 38 føtur langur. Teir eru tveir mans umborð, og vanliga skipar ein maður fyri umreking á landi. Sett verður úr trakt, og agnið er høgguslokkur og gágga.
Gordrúgvin hevur ligið heilt í oddinum sum útróðrarbátur í sínum bólki í fleiri ár.
- Eg haldi, at tað hevur verið nógvur fiskur at fingið, heilt síðan eg byrjaði at rógva út burtur av fyri 15 árum síðan. Nøkur ár herfyri var heldur minni at fáa í eini tvey ár, men sum heild haldi eg, at veiðan hevur verið góð, eisini seinastu árini, nú fiskifrøðin annars hevur bedýrað, at lítil og eingin fiskur er til.
Sámal Debes vísir á, at Gordrúgvin fiskar bara við línu og hevur ikki trumlu við nylonlínu, sum onkrir aðrir bátar hava og sum teir plaga at fiska við um summarið.
- Vit løgdu stilt umleið 1. juni í ár. Báturin hevur verið leingi á beding, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, og fyri eini tíð síðan var báturin klárur aftur til eitt nýtt útróðrarár.
Í august hevur Gordrúgvin gjørt fimm túrar við línu, men fiskiskapurin hevur ikki roynst. Teir hava sett einar 36 línur hvønn túrin, men bert tann eina dagin fingu teir 3.500 pund á setuna. Hinar fýra útróðrardagarnar høvdu teir um 2.000 pund hvønn dagin.
- Fiskurin tekur vanliga ikki, fyrr enn sjógvurin verður kaldari, og tað plagar at hjálpa um heystarnar, tá hann legst við høgætt. Fiskurin er fullur í sild, og hann leggur einki í agn, meðan lýggja er í sjónum.
Hesar fimm túrarnar í august hevur Sámal Debes roynt bæði innari og ytri. Hann sigur, at tað skrivar nógv á loddinum, men fiskurin tekur bara ikki.
- Nú sigur hann aftur frá høgætt og nakað kaldari veðri, og nú vænta vit, at tað man fara at bragda, sigur útróðrarmaðurin á Oyri, sum hevur fingið fleiri heiðurslønir á Føroya Sjómannadegi sum besti bátur í sínum bólki.