Soleiðis mótmæla tey Airbnb í Barcelona

Meira enn triðja hvør feriuíbúð í Barcelona verður leigað út ólógliga

40 prosent av teimum 16.000 feriuíbúðunum í spanska býnum Barcelona verða leigaðar út ólógliga. Tað vísa tøl frá kommunustýrinum í býnum.

Blaðið El País skrivar, at yri at gera vart við støðuna hevur býarleiðslan sett stórar sengur upp ymsastaðni í miðbýnum í Barcelona. Á skeltum verður víst á, at bara tí ein song er tøk, merkir tað ikki, at hon er lóglig at leiga. Á tann hátt verður roynt at ávara ferðafólk ímóti at leiga íbúðir, sum ikki hava góðkenning, á heimasíðum sum Airbnb og HomeAway.

Talið á útlendskum vitjandi í Spania er nógv vaksið seinastu árini, og nýggi marknaðurin við privatum íbúðum, sum verða leigaðar ferðafólki umvegis Airbnbn, hevur skapt trupulleikar í stórbýnum – serliga í Barcelona. Ferðafólkini eru blivin so mong í tali, at tey lokalu eru farin at finnast harðliga at. Eisini leggur tað trýst á bústaðarmarknaðin, at so nógvar íbúðir verða brúktar í ferðavinnuni. 

Myndugleikarnir at avmarka útboðið av íbúðum og hotellrúmum, og í fyrsta umfari snýr tað seg um at steðga ólógligu útleigingini hjá privatfólki og fyritøkum, skrivar El País.