Soleiðis lokka vit fleiri útlendsk flogfeløg til Føroyar

Jørgen Niclasen hevur uppskriftina upp á, hvussu flogferðsla kann verða ein stór vinna í Føroyum

Føroyingar skulu gera eina altjóða skráseting fyri flogfør. Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Hann vísir á, at vit hava eina altjóða skipaskráseting í Føroyum, Fas, har útlendskir reiðarar skráseta síni skip í Føroyum og fáa ymsar fíggjarligar fyrimunir av tí, eitt nú skattafyrimunir.

 

Og nú heldur Jørgen Niclasen, at vit eiga eisini at stovna eina altjóða skráseting fyri flogfør í Føroyum. Og hann heldur, at tað skulu vit gera beinanvegin, áðrenn tað verður ov seint.

 

Hann heldur, at vit drálaðu ov leingi við at seta FAS á stovn í Føroyum og tað hevur merkt, at reiðarar longu hava skrásett síni skip aðrastaðni.

 

Og hann mælir til, at vit ikki gera sama mistak og drála ov leingi við at stovna eina altjóða skráseting í Føroyum fyri flogfør, tí so kann tað verða ov seint.

 

Hann sigur, at ein slík skipan hevði eggjað fleiri flogfeløg at skrásett seg í Føroyum og tað kundi skapt nógv arbeiðspláss, stórar inntøkur og nógva vitan til føroyska samfelagið.

 

Og ein slík skipan hevði eisini gjørt okkara egna flogfelag nógv kappingarføri

 

Hann vísir á, at Írland hevur stovnað eina serliga altjóða skráseting fyri flogfør og tað hevur fingið fleiri og fleiri flogfeløg at skráseta seg í írlandi, og tey fáa eisini manning úr Írlandi.

 

– Í Írlandi er hendan skrásetingin fyri flogfør við at menna seg til ein stóran vinnuveg, og tað kann eisini henda í Føroyum, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

 

Hann sigur, at  snýr seg um altjóða ferðslu og í tí sambandi snýr tað seg um at ganga undan og ikki at darla aftaná og tað sita fleiri lond og bíða, og skjótt kann tað verða ov seint.