Kristina Bærtendsen skal luttaka í íslendska Grand Prixnum við sanginum Þú og ég, sum hon skal syngja saman við Páll Rósinkranz. Sangin hevur Mark Brink skrivað.
Íslendska Eurovision verður avgjørt við tveimum innleiðandi kappingum og finalu. Fyrra innleiðandi umfarið varður 25. februar og seinna verður 4. mars. Finalan verður 11. mars. Kristina Bærendsen og Páll Rósinkranz eru við í seinna innleiðandi umfarinum.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr Kristinu Bærendsen syngja á íslendskum máli.