Soleiðis ljóðar Hallur á donskum

Her kanst tú hoyra nýggja danska sangin hjá Hallur Joensen

Countrysangarin Hallur Joensen, sum nú er búsitandi í Danmark, hevur júst útgivið ein sang á donskum máli.

Sangurin eitur ”SOS fra mig” og er sami sangur, sum á føroyskum máli eitur ”Áðrenn alt varð broytt”. Teksturin er skemtiligur og snýr seg um mann, ið upplivir stóra broyting hjá konu síni, sum skal realisera seg.

Kendi skemtarin Jacob Haugaard, sum hevur føroysk ættarbond, hevur skrivað danska tekstin til sangin, sum nú verður spældur á P5 hjá Danmarks Radio.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra sangin.