TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 av teimum seinastu bóltunum, tá Føroyar vunnu 3-0 á Liktinstein í EM/HM undankappingini fyri kvinnulandslið í flogbólti, og harvið víðari luttøku í EM-undankappingini. Í morgin klokkan 18.30 er bólkafinala ímóti Kýpros. Vinnarin vinnur seg víðari í HM-undankappingini.
Vit koma inn í triðja settið, tá støðan er 24-20 til Føroyar. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2, og vit hoyra eisini Hilmar Jan og Hans Fróða taka samanum, tá sigurin var komin í hús.
In.fo og Rás2 ynska kvinnulandsliðnum í flogbólti hjartaliga tillukku við víðari luttøkuni í EM-kappingini.