TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum í steypafinaluni hjá kvinnunum, sum TB vann 3-1.
KÍF vann fyrsta settið 26-24, men TB kom sterkt aftur og vann tey næstu trý settini við 25-21, 25-21 og 25-20. Tað sást, at TB er eitt meira rutinerað lið, tá tað kemur til steypafinalur.
Jørgen Niclasen, gamal SÍ-spælari var viðmerkjari til frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen.