Soleiðis ljóðaði tað tá KÍ vann 4-1 á NSÍ

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2 av teimum fimm málunum, sum komu í fyrru hálvfinaluni millum KÍ og NSÍ

KÍ hevur fyri løtu síðani vunnið 4-1 á NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið norðuri í Klaksvík, og hava meir enn tað eina beinið í finaluni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2 av teimum fimm málunum, sum komu í dystinum norðuri í Klaksvík. Gamla landsliðslegendan, Rógvi Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge.

 

Seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík verður leikt mikukvøldið 15. juni.