Soleiðis ljóðaði tað tá KÍ vann 4-0 á NSÍ

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av teimum fýra málunum, sum komu í oddadystinum norðuri í Klaksvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 av teimum trý málunum, sum komu í dystinum millum KÍ og NSÍ norðuri í Klaksvík, sum KÍ vann heili 4-0. 

 

Jóannes Bjartalíð var aftur stóra hetjan hjá KÍ í dag. Í dag gjørdist talan um reint hattrick hjá Jóannesi Bjartalíð. Fjórða málið skeyt hin málrevurin, Páll Klettskarð. 

 

KÍ er á odda í effodeildini við 29 stigum, nú 13 umfør eru avgreidd. Víkingur er nummar tvey við 28 stigum. B36 er nummar trý við 25 stigum, og NSÍ er nummar fýra við 24 stigum.

 

Jens Martin Knudsen var viðmerkjari til frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 í dag.