Soleiðis ljóðaði tað tá AB vann stórsigur á B68

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum hjá AB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá AB skeyt tey fimm málini ímóti B68, sum sendi meir enn hálvan veg niður í 1. deild, og samstundis gav AB ein møguleika at venda gongdini í niðurflytingarstríðnum. AB hevur 12 stig, og hevur fimm stig upp til bjargingina. B68 er væl aftast við sjey stigum aftaná sjey javnleikir og 14 tap. B68 hevur enn sín fyrsta sigur til góðar hetta kappingarárið. 

 

Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. AB og B68 spældu klokkan 17.15, og tað gav Tróndi Arge møguleikan at siga frá dystinum millum B36 og ÍF, sum byrjaði klokkan 15, og so fara út á Argir aftaná. Í ár er tann sunnudagsleisturin bara brúktur í Suðurstreymoy.