Kvinnurnar hjá Fleyr eru greipavinnarar. Í dag fingu tær FM-heitið í hús aftaná ein 3-0 sigur á KÍF. Fyrra FM-finalan endaði eisini 3-0 til Fleyr, men í dag gav KÍF Fleyr ein skarpan gang í fyrsta og øðrum setti. Í triðja setti var Fleyr tó greitt betri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Sofía Purkhús var viðmerkjari, og hon tók eisini samanum finaluna.
Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar hjá Fleyr og Kristian Mikkelsen, venjara umframt steypahandanin hoyrist HER
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Óluvu Mohr hjá KÍF hoyrist HER
Fyrr í dag tók Sjúrður Hildarsson Hoydal soleiðis samanum dystin á in.fo:
1-0 til Fleyr (25-20)
Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna. Liðini fylgdust til 9-9, men so løgdu Fleyr set á odda 14-10. Hesin munurin helt sær leingi, tó at ein vón byrtist í KÍF við støðuni 19-16. Eftir eitt time-out fingu Fleyr tó aftur tamarhald á, samstundis sum KÍF gjørdu nøkur óheppin mistøk.
Fleyr fekk settbólt við støðuni 24-17. Tað eydnaðist KÍF at verja tríggjar settbóltar, men Fleyr avgjørdu við settið við einum smashi til støðuna 25-20.
2-0 til Fleyr (25-23)
Annað settið gjørdist hitt mest spennandi í ársins kvinnufinalum.
KÍF legði seg tíðliga á odda við tveimum stigum, og tær hildu munin til 9-6 áðrenn Fleyr tók um endan aftur og javnaði til 10-10. Fleyr fekk eina trivaliga leiðslu við 16-12, men KÍF stríddi seg inn aftur í settið og fekkmunin niður í eitt stig.
Frá støðuni 21-20 hepnaðust stigini betri hjá Fleyr og tær fingu settbólt við 24-21.
KÍF hótti við at gera tað heilt spennandi, tá tær vardu settbóltarnar til støðuna 24-23, men eins og í fyrsta settið var tað Fleyr, ið var best í avgerandi løtuni, tá ið tær vunnu settið 25-23.
3-0 til Fleyr - Fleyr er føroyameistari
Fleyr setti tingini upp á pláss í triðja setti og gjørdist sannførandi føroyameistari.
Fleyr legði seg beinanvegin á odda við trimum stigum, og KÍF megnaðu ongantíð at minka um hendan munin.
Í staðin eydnaðist tað einaráðandi Fleyrliðnum at økja og økja, so at tær fingu settbólt við støðuni 24-11.
Tær tóku av hesum bólti, og gjørdust sostatt føroyameistarar eftir greiðan 3-0 sigur eftir 25-11 í seinasta settinum.