Á tíðindafundi seinnapartin í dag greiddu millum annað Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, og Poul Gert Hansen, aðalstjóri í mentamálaráðnum, frá, hvussu arbeiðið varð skipað við at lata dagstovna- og skúlaøkið upp aftur.
Frítíðarskúlar, forskúlar, og skúlaflokkar frá 1. til 3. flokk lata upp 20. apríl, men talan verður um skúlagongd uttan møtiskyldu, gjørdi Poul Gert Hansen greitt.
– Lagt er upp til, at næmingarnir ikki hava møtiskyldu, men skúlin hevur eitt tilboð til næmingar upp til 3. flokk. Tey, sum hava umstøður til, at næmingar kunnu vera heima, kunnu gera tað, og næmingarnir kunnu eisini fáa tilfar heim, segði Poul Gert Hansen.
Tað hevur við sær avbjóðingar, at skúlarnir lata upp á hendan hátt, millum annað tí at sambært tilmælunum skulu næmingarnir hava 4m2 av plássi í part, og tillagingar mugu gerast viðvíkjandi fríkorteri og øðrum, so ikki allir næmingarnir hittast uttan fyri skúlastovurnar í senn.
Fyri næmingar frá 4. til 10. flokk heldur fjarundirvísing fram.
– Sum heild hevur tað riggað rímiliga væl á nógvum skúlum, men tillagingar skulu til, segði Poul Gert Hansen, sum eisini gjørdi greitt, at fráfaringarroynd fólkaskúlans verður avlýst í ár. Ístaðin verður ársmetið flutt til próvmet.
Somuleiðis verða landsroyndirnar eisini fluttar til í heyst, men hetta er ikki heilt avgreitt enn.
Á miðnámi hevur verið fjarundirvísing, síðan skúlarnir lótu aftur, og fjarundirvísingin fer at halda á. Kortini verður latið upp til starvsstovur og royndir eftir 20. apríl, soleiðis at serliga fráfaringarflokkarnir kunnu sleppa framat.
Endalig støða er ikki tikin til próvtøkurnar á miðnámi, men landsstýrismaðurin hevur heimildir at gera broytingar. Ivaleyst verða broytingarnar líkar teimum, ið verða framdar í Danmark, gjørdi Poul Gert Hansen greitt og legði aftrat, at tær tillagingarnar, sum skulu gerast, verða gjørdar skjótast gjørligt.
Virksemið á yrkisútbúgvingunum byrjar aftur 20. apríl. Yvirhøvur eru umstøðurnar á yrkisútbúgvingunum betri háttaðar til at fara undir vanliga undirvísing aftur, tí oftast gongur undirvísingin fyri seg í stórum verksmiðum og hallum, heldur enn í lítlum skúlastovum. Tað er kortini ein avbjóðing við hárfríðkanarútbúgvingini, sum sostatt ikki letur upp aftur enn.
At enda gjørdi Poul Gert Hansen greitt, at okkurt má gerast fyri næmingar við serligum tørvi. Fjarundirvísing hevur ikki virkað eins væl fyri teir næmingarnar, og tí mugu broytingar gerast á økinum. Einki er komið upp á pláss enn, men talan er um eitt fokusøki komandi vikuna.
Jenis av Rana gjørdi greitt, at komandi vika er frívika undatikið fyri neyðansingina.