Í kvøld er »Earth Hour”, har vit sløkkja ljósið í ein tíma fyri at minna okkum á at fara væl við náttúruni og jørðini.
Fleiri staðni í Føroyum verður eisini skipað fyri tiltøkum í hesum sambandi, eisini í Havnini, har kommunan bjóðar heitt kakao, har heitt verður á fólk um at hava sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Tey fara eisini at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaliga løtu við røðu, hugleiðingum og kórsangi.
– Alt gott um hetta, tí hetta er bæði hugnaligt og autentiskt. Tó skerst ikki burtur, at hetta eru sera ”symbolsk” átøk, ið ikki broyta nógv í heildarmyndini.
Tað heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ritstjóri. Hann er virkin í almenna kjalinum.
Hann heldur, at vilja vit av álvara gera mun, skulu vit hyggja eftir øllum tí, vit brúka Okkara umhvørvisliga fótatraðk stavar ikki bert frá okkara egnu framleiðslu, men eisini frá útlendingum í Føroyum, frá føroyingum í útlondum og frá okkara risastóra innflutningi av vørum, sigur hann.
Í váða fyri at ljóða sum ein umhvørvisprædikantur nevnir hann kortini nøkur dømi um, hvat vit kunnu gera fyri at gera mun á umhvørvisøkinum av álvara.
– Í høvuðsheitum mugu vit gera upp við materialismuna og brúkarismuna. ið hevur eyðkent samfeløgini seinastu nógvu áratíggjuni.
Eisini eiga vit at fara burtur frá ”brúka og blaka burtur”-mentanini og flyta okkum yvir í eina meiri endurbrúksmentan, heldur hann.
Trýst HER og les meiri um, hvat samfelagsfrøðingurin hugsar um, og hvørji uppskot hann hevur um, hvussu hvat hvør einstakur av okkum kann gera, fyri av álvara at gera mun á hesum øki










