Tað er neyðugt at kommunurnar kring landið fáa heimild til at byggja íbúðir til leigu. Tað halda bæði Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og teir báðir tinglimirnir fyri Sjálvstýri, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard. Og í dag hava bæði Sonja Jógvansdóttir og Sjálvstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at kommunur fáa loyvi til at byggja leigubústaðir.
Endamálið við teimum báðum uppskotunum, at geva kommunum heimild til at byggja leigubústaðir hvør sær, ella saman við øðrum kommunum. Tað skal eisini bera til, at kommunur kasta saman við einstaklingar ella feløgum, ella við almennum stovnum um at byggja bústaðir til leigu.
Tey, sum hava lagt uppskotini fram, eru samd um, at íbúðarneyðin er so stór, at Bústaðir og privat vinnan, hava ongan møguleika at nøkta tørvin einsamøll, og tí er neyðugt, at kommunurnar eisini sleppa at byggja.
Tey halda, at verður uppskotið samtykt, verða øll vinnarar. Fleiri bústaðir koma á marknaðin til teirra, ið mangla tak yvir høvdið, útboðini verða spjadd kring landið í samsvari við eftirspurningin í hvørjari kommunu sær, og kommunurnar fáa møguleika fyri at gera sín part at loysa stóra bústaðartrupulleikan.