Fyri fimtu ferð í seks ár, er fyrsta slagið um havnina í landskappingini enda við javnleiki. Í góðveðrinum í Gundadali vóru nógv fólk komin saman at hyggja eftir grannauppgerðini í gjár. HB byrjaði dystin væl betri og kom til fleiri møguleikar fyrsta halva tíman. Millum annað Símun Samuelsen var ein støðu hóttan og ótrygga verjan hjá B36 hevði ilt við at fáa tamarhald á honum. Føroyski U21-landsliðsmálmaðurin, Jóan Pauli Jakobsen, hevði úr at gera í B36 málinum, men hann kom væl uppgávuni sum avloysari fyri skadda Meinhardt Joensen.
Tá 23. minuttir vóru leiktir kundi sjálvt ikki hann steðga HB meir, tá Símun Samuelsen varð spældur leysur. Sjey minuttir seinni hevði B36 sína fyrstu veruligu roynd á HB málið og so raknaði B36 veruliga við. Fyrst javnaði Jákup á Borg og løtu seinni stútaði Odmar Færø teir hvítu á odda. Hesa løtuna setti B36 seg á dystin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Tórður Hreiðarsson fyri HB eftir horna.
Tíverri fyri dystin, so fekk frálíka grannauppgerðin ein keðiligan enda, tá dómarin kom í brennidepilin. Fyrst vildu teir reyðu og svørtu verða við, at Fróði Clementsen nýtti neyðbremsuna, tá hann hálaði Símun Samuelsen umkoll í skjótálopi. Tá bara nakrir fáir minuttir manglaðu av dystinum, sendi B36 eitt fríspark innfyri har Dimitrij Jankovic stútar bóltin í mál. Dómarin tóktist fyrst at bríksla fyri mál, men mest sum umbestemmaði seg í somu løtu. Tað fekk sinni í kók hjá B36 leikarunum og viðhaldsfólkunum. Løtu seinni fór innskifti B36 leikarin, Heini í Skorini, umkoll áraka brotssteigarmarkið, men dómarin valdi einki at døma.
Hesa støðurnar komu tíverri at seta sín dám á eftirspælið av dystinum, sum annars var ein frálíkur dystur við øllum tí sum ein grannauppgerð skal hava. HB hevur nú ikki vunnið á B36 síðani næstseinasta umfari í 2008.