Soleiðis kanst tú koronukannast um jóltíðir

Í Havn er eisini opið jólaaftan

Tað fer eisini at bera til at lata seg kanna fyri koronu um jóltíðir, og sjálvt jólaaftan hevur koronukanningarstøðin í Havn opið.

Sjúkrahúsverkið hevur í dag boðað frá, hvussu kanningarstøðirnar hava opið um jóltíðir, og um koronustøðan í landinum broytist, og tørvurin á kanningum gerst størri, verða upplatingartíðirnar tillagaðar.

 

Soleiðis hava koronukanningarstøðirnar opið um millum jól og nýggjár:

Á Eystaru bryggju í Havn

21. desember kl. 17 - 19

22. desember kl. 20 - 22

23. desember kl. 17 - 19

24. desember kl. 10.30 - 12.30

25. desember kl. 8.30 - 10.00

26. desember kl. 11.30 - 13.30

28. desember kl. 17 - 19

29. desember kl. 20 - 22

30. desember kl. 17 - 19

31. desember kl. 14 - 16

1. januar kl. 16 - 18 

 

Við Trongisvágs skúla á Tvøroyri

21. desember kl. 8 - 10

23. desember kl. 8 - 10

25. desember kl. 9 - 12

28. desember kl. 8 - 10

30. desember kl. 8 - 10

1. januar kl. 13 - 15

 

Á Faktorsvegi í Klaksvík

21. desember 8 - 12

23. desember 8 - 12

25. desember 8 - 12

28. desember 8 - 12

30. desember 8 - 12

 

Kanningarstøðin í Klaksvík hevur eisini opið 1. januar, og boðað verður frá seinni, nær upplatingartíðirnar vera, sigur Sjúkrahúsverkið.