Jóannes Eidesgaard
Í kjalarvørrninum av kjakinum eftir seinastu samráðingarnar millum Føroyar og Danmark er ivi sáddur um, um vit føroyingar eru ein tjóð (nation) ella kanska okkurt heilt annað.
Ein ítøkilig fortreyt fyri tjóðarhugtakinum er sambært Hvítubók á síðu 102, hvussu vit føroyingar sjálvir uppfata okkum. Og tað er neyvan nakar ivi um, at vit føroyingar kenna okkum og altíð hava kent okkum sum eina tjóð. Og henda kensla kann ikki týnast av, at ein miseydnað samráðing hevur verið millum landsstýrið og stjórnina.
Vit skylda okkara forfedrum, at vit halda fast um, at vit eru ein tjóð. Spurningurin, hvussu vit sjálvir uppfata okkum hongur neyvt saman við, hvussu vit ynskja, at aðrir skulu uppfata okkum. Tað krevur egnan stoltleika og ikki undirbrotligheit.
Eg havi kagað í Folketingstidende fyri at síggja, hvussu teir gomlu politikkararnir hugsaðu um júst hetta evnið - eru vit ein tjóð ella ikki. Eg fari tí her at endurgeva brot burtur úr tí, sum Petur Mohr Dam, formaður Javnaðarfloksins og Torstein Petersen, formaður Fólkafloksins søgdu undir viðgerðini av Heimastýrislógini, sum nú til okkara stóru undran er komin aftur til heiðurs og æru.
P. M. Dam: ?Jeg ved, at det vil glæde færingerne at høre, at man i Danmark med så stor styrke, som den højtærede Statsminister gjorde det, anerkender færingerne som et særlig folk med den for et folk, en nation selvfølgelige selvbestemmelsesret.
Også den sidst tilbagetrådte højtærede Statsminister gav utvetydigt udtryk for, at danskerne og færingerne var nationalt ligestillede og skulle forhandle på ligefod, således at det skulle stå parterne frit, hvilken fremtidig ordning man ville gå ind for - herunder også muligheden for en fuldstændig adskillelse.?
Torstein Petersen: ? Den færøske nation er igen kommet til en milepæl. Det ligger sådan, at igen denne gang er det ikke på et færøsk Folketing, men på et dansk Folketing, at den lille færøske nations skæbne skal afgøres i øjeblikket, og det er derfor, jeg kommer med en appel til det høje ting om at tage dette spørgsmål under så alvorlig overvejelse som overhovedet muligt, tage det under reel behandling fra første færd og bygge på det, som færingerne ønsker, tænke på det, vi ønsker, og som sidstærede taler (P.M.Dam) nævnte, nemlig at blive anerkendt fuldt ud som den sjette nordiske nation.?
Kanska kann hetta verða okkum ein læra um hugburð, tá samráðast skal um framtíðarstøðu Føroya.
Men serliga ein læra fyri teir, sum sita hinumegin borðið.