Soleiðis hittust Sólrun og Løkke

Danski forsætisráðharrin og føroyska kona hansara hittust í Keypmannahavn, men ein samtalu millum Norðurkorea og Føroya fekk heilt serligan týdning fyri tey

Farna vikuskiftið vitjaðu danski forsætisráðharrin og føroyska kona hansara í Føroyum. Tey vóru við í sendingini Hvonn Live hjá Rás2, og har greiddu tey millum annað frá, hvussu tey hittust av fyrstan tíð.

Sólrun var farin til Danmarkar at lesa, og fyrstu tey hittust var á einum lestrarbústaði í Keypmannahavn.

- Sólrun búði við síðuna av einum, sum eitur Kaj, og hann kendi eg frá politiska arbeiðnum. Eitt kvøldið var eg á kolleginum, og tá hitti eg Sólrun fyrstu ferð. So gekk eitt sindur av tíð. Eg bankaði av og á upp á hurðina hjá henni, og at enda lat honum upp, greiddi Løkke skemtandi frá.

- Og tá eg fyrst var farin inn, kom eg ikki útaftur, legði hann afturat.

Lars Løkke Rasmussen var ta tíðina formaður í ungdómsfelagnum hjá Vinstra flokkinum, og hann ferðaðist nógv kring Danmark. Og tá hann kom aftur til Keypmannahavnar gekk leiðin oftast at vitja Sólrun heldur enn at fara heim.


Telefon úr Norðurkorea

Í 1989 fór Lars Løkke Rasmussen til Norðurkorea á eina altjóða ungdómsráðstevnu, og beint áðrenn fráferð segði Sólrun við hann, at hon helt seg verða við barn.

Løkke fleyg til Norðurkorea, og Sólrun fór heim til Føroya, har hon ætlaði at fáa staðfest, um hon var upp á vegin.

- Vit avtalaðu, at eg skuldi ringja nakrar dagar seinni fyri at vita, hvussu støðan var. Men tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa samband til Føroya. Tað kann væl verða, at nógv kenna Føroyar, men í Norðurkorea hevði eingin hoyrt um Føroyar áður, sigur Løkke.

- Men at enda eydnaðist tað mær at fáa samband við Føroyar á einum miðlasentri, men tað var ein samtala, sum bara kundi varða ein minutt. So Sólrun fekk júst sagt, at hon var við barn, og so breyt tað av. Men nakrar dagar seinni fóru vit heimaftur, og so fleyg eg beinleiðis til Føroya.

Síðani hava Sólrun og Løkke fingið trý børn – Bergur, Lisa og Símun.