Blái vongur við Lars Løkke Rasmussen á odda verður noyddur at brúka allar 29 dagarar í valstríðnum, um hann ætlar at verða sitandi í Forsætismálaráðnum eftir valið, tá tey borgarligu eru so langt aftanfyri í veljarakanningunum.
Her er eitt yvirlit yvir, hvussu støðan er broytt í mun til veljarakanningar í seinastu valstríðunum:
Valið í 2015:
Sitandi stjórn hjá Helle Thorning-Schmidt og stuðulsflokkar byrjaðu við 47 prosenutm av atkvøðunum, og endaðu við 47,7 prosentum.
Valið í 2011:
Sitandi stjórn hjá Lars Løkke Rasmussen og stuðulsflokkar byrjaðu valstríði við 47 prosentum av atkvøðunum og endaðu valið við 47,7 prosentum.
Valið í 2007:
Sitandi stjórn hjá Anders Fogh Rasmussen og stuðulsflokkar byrðau við 48,4 prosentum av atkvðunum og endaðu við 50,5 prosentum.
Her er Ny Alliance ikki roknað við, tá tað í valstríðnum var óvist, hvønn flokkurin fór at peka á sum forsætisráðharra. Seinni boðaði Ny Alliance frá, at tey vóru ein borgarligur flokkur.
Valið í 2005:
Sitandi stjórn hjá Anders Fogh Rasmussen og stuðulsflokkar byrjaðu við at fáa 54,1 prosent av atkvøðunum og endaðu við 54,3.
Valið í 2001:
Sitandi stjórn hjá Poul Nyrup Rasmussen og stuðulflokkar byrjaðu við 43,6 prosentum av atkvøðunum og endaðu við at fáa 43 prosent.
Valið í 1998:
Sitandi stjórn hjá Poul Nyrup Rasmussen og stuðulsflokkar byrjaðu valið við 48,7 prosentum av atkvøðunum og endaðu við 50,1.
Poul Nyrup Rasmussen kundi við minsta meiriluta – m. a. við Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sum grundarlag, halda fram sum forsætisráðharri.
Størsta broytingin var í valstríðnum í 2011, tá sitandi stjórnin og stuðulsflokkar vunnu 3,3 prosentstig innaftur.
Størsta tapið í valstríðnum var í 2001, tá sitandi stjórnin og stuðulsflokkar mistu 0,6 prosentstig.
Tølini, sum verða brúkt sum byrjanartal í valstríðnum, eru grundað á mátingar, sum eru gjørdar í mesta lagi ein mánað áðrenn valið er skrivað út.
Kelda: Professor við Institut for Statskundskab ved Aarhus Universitet og Rune Stubager, valgranskari.
/ritzau/