Jólini standa fyri durum, og tað er tíðin, tá ið fólk í hópatali koma úr útlondum til Føroya at ferðast.
Nógv av teimum hava eisini kelidjór, men nú ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan vart við, at tað eru greiðar reglur fyri, hvør kann hava hund og kettu, ella onnur kelidjór, við sær til Føroyar, og hvussu tey skulu bera seg at.
Tað eru mest kettur og hundar, sum fólk ferðast við, og endamálið er at forða fyri, at ikki ov nógv av hundum og kettum kemur til Føroyar, tí vandi er altíð fyri at sjúkur, at sjúkur fylgja við, sum annars ikki eru í Føroyum,
Og hóast djórini eru koppsett og viðgjørd, tí heldur ikki tað er 100 prosent trygd fyri, at djórini eru frísk.
– Tí eru tað bara fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, ið kunnu innflyta hundar, kettur og onnur kelidjór til Føroya. Sostatt hava fólk, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, men sum koma at ferðast á jólum, ikki loyvi at kelidjór við sær.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ymsar hunda- og kettusjúkur gera um seg í okkara grannalondum við jøvnum millumbilum.
– Fleiri av hesum sjúkunum, ið eru vanligar aðrastaðni, eru ongantíð staðfestar í Føroyum, og tí er tað umráðandi at vit eru sera varin, tá ið hundar og kettur koma til landið, siga tey.
Innflutningur
Fyri at verja okkum best møguligt, skulu allir hundar, og allar kettur, ið verða innflutt til Føroyar, vera koppsett fyri tær vanligastu og tær vandamiklastu sjúkurnar í góðari tíð, áðrenn tey koma til landið.
Tað er eisini eitt krav, at tey verða kannað og viðgjørd fyri sníkar.
Fólk, sum hava fastan bústað í Føroyum, og sum fara uttanlands at ferðast, kunnu hava hundin ella kettuna við.
Men eisini tá skulu allir hundar og allar kettur verða koppsett fyri tær vanligastu og tær vandamiklastu sjúkurnar í góðari tíð, áðrenn tey koma aftur til landið. Tað er eisini ein treyt, at djóralækni kannar hundin ella kettuna, og viðgerð tey fyri sníkar, bæði áðrenn tey fara og tá ið tey koma aftur.
Tá ið talan er um ferðing, skal hundurin ella kettan ikki vera burtur longri enn tríggjar mánaðir. Verður tíðarskeiðið í útlandinum longri enn tríggjar mánaðir, er neyðugt at innflyta tey av nýggjum.
– Tá ið farið verður at ferðast við hundi ella kettu, er tað eisini týdningarmikið at kanna hjá myndugleikunum í landinum, sum ferðast verður til, hvørjar treytir eru fyri at hava viðkomandi djór við.
– Øll kravd skjøl skulu vísast tollvaldinum, tá djórini koma til landið, antin á flogvøllinum ella á kaiini, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.