Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstolarar eisini eru til fiskiskap. Annar fiskar tosk og hýsu, og hin fiskar stinglaks. Báðir koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Ein av teimum smáu trolbátunum er nýliga byrjaður túr, og aðrir fara væntandi avstað nú um vikuskiftið.
- Vit rokna við, at allir trolbátarnir fara norður um at fiska tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Teir flestu koma inn aftur at landa síðst í vikuni.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er heldur fragari nú, og øll skipini koma inn at landa síðst í næstu viku.
##med2##