Mikukvøldið klokkan 19:30 skipar Føroya Fróðskaparfelag fyri fyrilestrakvøldi við tveimum evnum. Fyrilestrarnir eru í Læraraskúlahøllini.
Á tiltakinum fara Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur og fráfarin lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini, og Shahin Gaini, yvirlækni og granskingarleiðari á Landssjúkrahúsinum at halda fyrilestrarnar.
Fyrilesturin hjá Elin Súsonnu Jacobsen ber heitið Almennar heilsutænastur í søguligum ljósi. Fleiri skipanir í nútíðar heilsuverki hava røtur aftur í 1800-árini. Søgan um heilsuverkið gevur okkum innlit í heilsulig og sosial viðurskifti, skiftandi fortreytir og politiskan vilja til at menna heilsu- og sjúkrarøkt sum ábyrgdarøki hjá tí almenna.
Fyrilesturin hjá Shahin Gaini kallast Infektiónsmedisin í Føroyum fyrr og nú; hvat kunnu vit vænta okkum framyvir?
Aftaná verður høvið at kjakast um evnini.










