Yvirlækni og smittuverjufrøðingur hava gjørt ein vegleiðing til fólk, sum hava illgruna um, at tey hava fingið H1N1 beinkrímið Um allan heimin verða fleiri tilburðir av H1N1 influenzu skrásettir. Higartil (1. mai 2009) eru 265 tilburðir laboratoriiskrásettir, og 10 fólk eru deyð. Sóttin varð á fyrstan tíð nevnd ?Svínakrím?, men hevur nú fingið heitið ?Nýggj influensa?.
Nýggja influensan smittar á sama máta sum onnur sløg av influensu, og er tað serliga beinleiðis sambandi millum fólk, ið eru sjúk og fólk, ið ikki hava verið sjúk, ið elva til sjúku. Smittan kann eisini fara við spýttdropum millum fólk, og hon er møguliga eisini loftborin.
Ein kennir seg oftast ússaligan og vanligu sjúkuteknini eru høgur fepur, sárt svølg, rennandi úr nøsini, eymir vøddar og ilt í leggjbeinunum. Høvuðpína er eisini vanlig.
Fólk, ið hava sjúkutekin, ið minna um influenzu, og sum hava verið í landi, har sjúkan gongur ella sum hava haft samband við sjúk, sum koma úr onkrum av hesum londunum skulu gera soleiðis:
1.
Ring til kommunulækna ella læknavakt. Far ikki til lækna ella til læknavaktina. Um líkt er til, at talan er um Nýggja influenzu kemur læknin á gátt at taka prøvar úr svølginum.
2.
Blív verandi heima so leingi tú ert sjúkur/sjúk. Tey ið eru sjúk av Nýggju influenzuni verða set í viðgerð við hóskandi heilivág, og húskið verður sett í smittufyribyrgjandi viðgerð.
3.
Lat vera við at koma á skaðastovuna ella inn á nakað sjúkrahús. Sjúkrahúsini kunna einki gera við influenzuna sum so, og tað er stórur vandi fyri, at influenzasjúk fólk kunna spjaða smittuna um alt sjúkrahúsið.
4.
Um so er at tann sjúki skal innleggjast at verða viðgjørdur fyri fygjusjúku, verður avgerðin um innlegging tikin av kommunulæknanum og serlækna.