Málið um tunlarnar Norður um Fjall hevur bíðað alt ov leingi.
Tað heldur Atli S. Justinussen, býráðslimur í Klaksvík. Tí heldur hann, at klaksvíkingar nú skulu taka málið í egnar hendur. Skal bíðast eftir landinum, so verða tunlarnir ikki gjørdir fyrr enn um eini 7-8 ár.
– Tað er ikki neyðugt at bíða so leingi, tí eru allir partar til reiðar at ganga óvanligar leiðir, ber væl til at fáa tunlarnar gjørdar beinanvegin, sigur Atli S. Justinussen í samrøðu við Sosialin, sum kemur á gøtuna í dag.
Hann heldur rætt og slætt, at Klaksvíkar Kommuna eigur bara at gera tunlarnar sjálv.
– Við eini slíkari loysn fæst tvey fyri eitt. Klaksvíkar Kommuna er nevniliga í teirri støðu, at tað er átrokandi neyðugt at útvega eitt nýtt grótbrot.
– Vit sleppa ikki undan, at gera eitt grótbrot, tí her er so nógv byggivirksemi, sum krevur grót, og tað er ein tørvur, vit mugu ganga á møti, sigur hann.
Atli S Justinussen sigur, at við loysnini, hann mælir til, fáa tey bæði grót, og nýggjar tunlar.
Meira er at lesa um málið í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag.