Moskva
Fyrsta kappingin í hesum umfarinum var í Moskva seinasta vikuskifti.
Pál Joensen var, sum í hinum kappingunum eisini, meldaður til á 400 metrum og at 1500 metrum. Í báðum førum er talan um frísvimjing.
Á 400 metrum kom Pál í finaluna við tribestu innleiðandi tíðini, men í sjálvari finaluni gjørdist vágbingurin eitt vet styttri og gjørdist nummar fýra.
Á 1500 metrum, at ongin innleiðandi kapping er, gjørdist Pál fremstur av øllum svimjarunum, samstundis, sum hann við sínum 14 minuttum, 32 sekundum og 64 hundrandapartum skræddi seks sekund av Norðurlendska metinum á 1500 metrum.
Stokkhólm
Í Stokkhólmi skumaði Pál Joensen eisini avstað. Í innleiðandi kappingini á 400 metrum gjørdist hann nummar tvey, men í finaluni í kappingini, har fleiri svimjarar vóru við enn í Russlandi, gjørdist Pál Joensen nummar 5.
Í 1500 hundra metra kappingini helt Pál góðu taktirnar úr Russlandi. Fyrstu 1000 metrarnar lá Pál fremstur, men italski svimjarin, Federico Colbertaldi, dró frá Páli gjøgnum kappingina, og vann tá liðugt var.
Pál svam tó aftur hesa ferð skjótari, enn hann nakrantíð hevur svomið og kom á mál við 14:32.59.
Tískil setti hann aftur nýtt Norðurlendskt met.
Berlin
Í Berlin var seinasta kappingin í hesum umganginum. Hesa ferð eydnaðist ikki Páli at koma í finaluna á 400 metra frísvimjing, men hetta merkti, at hann kundi spara seg eitt vet til 1500 metrarnar.
Aftur hesa ferð vóru Pál Joensen og Federico Colbertaldo fremstu svimjararnir, men í mun til í Stokkhólmi, so megnaði Pál at hanga í italiumanninum í heilar 1350 metrar.
Tá Pál kom á mál var tíðin 14:32.15, sum merkir, at Pál Joensen enn eina ferð setti nýtt Norðurlendskt met á 1500 metra frísvimjing í 25 metra hyli.