Soleiðis ferðast kópur

Føroya Náttúrugripasavn hevur seinastu dagarnar merkt fýra kópar við sendarum.

Teir fýra kóparnir eru merktir undir Nólsoy og Svínoy, og sendararnir eru festir á høvdið á kópunum við lími. Náttúrugripasavnið sigur, at tey eru farin undir hesa kanning, tí tørvur er á meiri vitan um kópin í Føroyum. Henda kanning fer at vísa, hvussu støðufastur kópur er, um hann bert er undir landi, og hvussu langa tíð hann er á ymsum økjum. Til ber at fylgja við ferðingini hjá merktu kópunum á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum, www.ngs.fo.