Danska brúkararáðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvat skal til, fyri at halda lív í telefonini sum longst.
Um tú fært vætu í telefonina, so skalt tú sløkkja hana beinan vegin. So hevur tú bestu møguleikarnar fyri, at hon riggar aftaná. Telefonin kann eisini yvirliva, um hon hevur verið útsett fyri stórum mongdum av regni. Tað vísir ein kanning, sum brúkararáðið í Danmark hevur gjørt, har tey hava latið stórar regnnøgdir koma á snildtelefonir.
Ein snildtelefon tolir vanliga ikki, at hon verður vát. Men hendir tað, so skalt tú sløkkja hana inntil hon er turr aftur. Legg vátu telefonina í eitt ílat við rísi, set lok á og bíða nakrar dagar. Rís er gott til at taka vætu.
Lat telefonina annars torna við natúrligum hita. Ikki føna telefonina ella leggja hana í vindeygakarmin fyri at fáa sólarljós. Hitar tú tína telefon ov nógv, so kann væta koma í innaru síðuna av skerminum.
Eitt annað tú kanst gera, fyri at halda lív í telefonin er, at sløkkja hana javnan – eitt nú einaferð um vikuna, skrivar danska brúkararáðið.
- Ein snildtelefon er sum ein telda. Tá tú brúkar hana, so lagrar hon nógv frá ymiskum appum. Tað leggur trýst á stýriskipanina, so hon verður seinri. Tí er gott at sløkkja javnan, skrivar danska brúkararáðið.
Tú kanst eisini nýta eitt sokallað “cover”, sum kann verja í móti sliti og skøvum.
Snildtelefonir eru eisini offur fyri tí gamla hugsunarháttinum um, at tað er gott at lata battaríið á okkara tøkniligu útgerð nýtast upp, fyri síðani at løða tað fult upp aftur. Sambært danska brúkararáðnum er tað langt síðani, at snildtelefon framleiðarir fóru til at nýta onnur battarí, og tí er tað best, um tú ikki letur tína snildteleon slókna fyri streymi.









