Føroyingar hava altíð etið turt kjøt, ella skerpikjøt, men líka leingi, føroyingar hava turkað kjøt, hevur tað eisini verið eitt afturvendandi kjakevni, hvussu vit fáa tann besta smakkin í kjøtið.
Ráðini eru nógv, og serliga hevur nógv verið tosað um, hvussu stóran týdning, veðrið, og terrin hava at siga fyri endaliga úrslitið.
Eitt er vist, og tað er, at er tað ov kalt, tá ið krovini verða hongd upp, bráðtorna tey, og so er púra eingin smakkur í kjøtinum.
Nógv hava brúkt tann mátan at lata krovið hanga inni í ein dag, ella nakrar dagar, áðrenn tað verður hongt í hjallin, tí tey eru sannførd um, at tað fær gongd á ræsingina, so at rættiligur smakkur kemur í tað turra kjøtið.
Hesi seinastu árini hevur Búnaðarstovan kannað páhaldið um, at tað er best fyri smakkin at heingja krovið inni, áðrenn tað verður hongt í hjallin.
Til royndina brúktu tey á Búnaðastovuni 12 veðurlambskrov av lombum, sum vóru flett sama dag. Krovini vigaðu ímilllum 28 og 32 pund.
Tvey krov vórðu beinanvegin hongd í kølirúm við fimm hitastigum. Tvey krov vórðu hongd í hjallin beinanvegin, men hini átta vórðu hongd innandura í 14 hitastigum. Síðani vóru tvey krov hongd í hjallin hvønn fylgjandi dag.
Bøgir og tjógv vóru skorin frá og vóru hangandi í hjallinum. Frá desember til juni vóru átta smakkiroyndir gjørdar av kjøtinum, fýra tær fyrstu av bógvi og fýra tær seinastu av tjógvi.
Dómararnir dømdu smakkin á kjøtinum og góvu stig frá 0 til 10, har 10 er tann besti smakkurin. Royndin er gjørd øll árini frá 2012 til 2017, og tað svitast ikki, at í miðal smakkaði tað kjøtið best, sum hekk inni í ein dag, áðrenn tað varð hongt í hjallin. Tað, sum hekk inni í tveir, ella fýra dagar, áðrenn tað fór í hjallin, smakkaði eisini væl.
Yvirhøvur smakkaði tað kjøtið best, sum hekk inni, áðrenn tað varð hongt í hjallin. Tað, sum varð hongt beint í hjallin fekk heldur verrið skoðsmál enn hini og upp aftur verri skoðsmál fekk tað kjøtið, sum varð hongt í kølirúm.
Men at krov verða hongd upp inni, áðrenn tey verða hongd í hjallin, er beint ímóti heilsufrøðiligu tilmælunum. Almenna tilmælið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at krovið eigur at verða hongt í hjallin, sum skjótast, so tað kólnar. Luft skal sleppa væl at tí. Kjøt skal goymast kalt og eigur ikki at verða hongt upp at turka ta tíðina, tá ið tað er lýtt í veðrinum.
Talvan vísir, hvussu nógv stig, kjøtið fekk, sum varð hongt beint í hjallin aftur ímóti kjøtinum, sum hekk ein til fýra dagar inn, áðrenn tað varð hongt upp. Og seinast er tað kjøtið, sum varð hongt í kølirum.